Lýsing
Hevur tú royndir innan kommunala fyrisiting og brennur fyri talgilding og menning?
So er tað kanska tær, vit leita eftir!
Klaksvíkar kommuna søkir eftir einum bygningsdátafrøðingi og ella byggifrøðingi til teknisku deild. Starvið er ein týðandi partur av arbeiðinum at talgilda og menna tænasturnar hjá deildini. Tú fert at arbeiða við ymiskum uppgávum innan byggi- og umhvørvissøkið, og tú verður ein virkin partur av einum toymi, sum arbeiðir við at betra um tænastustøðið og gagnnýta dátur og GIS-skipanir í dagligaarbeiðinum.
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo
Klaksvíkar kommuna søkir eftir bygningsdáta- og ella byggifrøðingi
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum, skal verða okkum í hendi seinast 29. juli 2025.