Lýsing
Munin søkir eftir landmátingsteknikara ella starvsfólki við samsvarandi royndum at gerast partur av okkara toymi.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, stórar og smáar og fevna um uppmáting og avseting á byggiplássum, útstykkingum og aðrastaðni kring allar Føroyar.
Tú tekur tær av hagreiðing og góðskutrygging av dátum. Millum vanligastu amboðini eru GNSS, totalstøð, drona og 3D lasaraskannari.
Førleikakrøv
- Tú ert útbúgvin landmátingsteknikari ella hevur samsvarandi royndir.
- Kunnleiki til GIS og CAD er ein fyrimunur.
- Tú hevur vanligt koyrikort.
- Tú samskiftir væl á føroyskum, bæði í skrift og talu.
- Vit vænta, at tú ert fleksibul, røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Lønin verður sett eftir avtalu.
Um tú heldur hetta vera áhugavert, og kundi tú hugsað tær fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Búa Una Jensen á tlf. 293605.
Umsókn við lívsrensli skal sendast til munin@munin.fo í seinasta lagi týsdagin 10. desember 2024.
Um Munin
Á Munin arbeiða sjey starvsfólk. Umframt landmáting arbeiða vit við projektering, GIS og KT.
Starvsøkini eru støðugt ment síðani fyritøkan varð stovnað í 1998. Fyritøkan leggur dent á trivnað og framhaldandi menning hjá starvsfólkunum.
Skrivstovan er á Dalastígi 7 í Tórshavn.
Nærlagni er í okkara stevnumiði.