Lýsing
Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum eru tvey størv sum landsdemenssamskiparar leys at søkja frá 1. september 2023 ella skjóttast til ber. Talan er um eitt nýtt starv í Suðuroy og eitt starv í Roðanum, sum er partur av Eysturoynni.
Størvini eru staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er Suðuroy og Roðin.
Søkt verður eftir
Eitt fast starv á brøk 0,8. Arbeiðsøkið er umráðið, sum Roðin varðir av.
Eitt nýtt fast starv á brøk 0,7 har arbeiðsøkið er Suðuroy.
Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:
Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.
Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.
Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.
Uppgávurnar eru:
At vera forlongdi armurin útfrá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild. At arbeiða við útgreinan á Demensklinikkini og gera tað neyðugu uppfylgjanina við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi, og at vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann socialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
Ynskiligt er, at tú hevur:
- Útbúgving sum demenssamskipari
- Royndir innan demensøkið
- Hegni at megna nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
- Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
- Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi og vitanardeilandi
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv innan demensøkið
- Stóra ávirkan á menningina innan demens í Føroyum
Lønar- og setanarviðurskifti
Eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234687 til Marjun Restorff, deildarleiðara á P60, lsmarre@ls.fo
Umsóknarfreist: 24.juli 2023
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um Landssjúkrahúsið, okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.