Landshandilin
Útgivið
12. juli 2024
Útgongur
22. juli 2024
Staður
Akranesgøta 11, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
ingvard@landshandilin.fo

Lýsing

Ert tú áhugað/ur í sølu og kundatænastu? Landshandilin, ein leiðandi heilsøla í Føroyum, søkir eftir einum ágrýtnum og miðvísum sølufólki at gerast partur av okkara toymi. Vit umboða heimskend merkir innan góðgæti, kips, drekkivørur og aðrar matvørur.

Arbeiðsuppgávur:

  • Menna og viðlíkahalda sambond við verandi og nýggjar kundar.
  • Hjálpa til við at gera sølu- og marknaðarføringsætlanir.
  • Handfara kundabíleggingar.
  • Luttaka í vøruframløgum og sølufundum.
  • Gera marknaðargreiningar og finna nýggjar sølumøguleikar.
  • Geva íkast til dagligu rakstraruppgávur í sølutoyminum.

Hvat vit vænta av tær:

  • Stóran áhuga fyri sølu og kundatænastu.
  • Góðan sans fyri smálutum og førleikar at handfara fleiri uppgávur í senn.
  • Førleikar at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.
  • Góðar samskiftisførleikar- bæði skrivliga og munnliga.
  • Grundleggjandi kunnleika til KT.
  • Jaligan hugburð og vilja til at læra og mennast.
  • Arbeiðsroyndir innan sølu er ikki krav.

Starvs- og lønarviðurskifti:
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn og freist:
Kunning um starvið fæst við at venda sær til Ingvard Vang á tlf.+298 221385 ella á ingvard@landshandilin.fo

Umsóknarfreistin er 26. juli 2024. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Søk starvið umvegis leinkjuna her: Starvslýsing - Totalview HR Recruitment

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið