Lýsing
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Onkologiska ambolatorium. Talan er um eitt avloysarastarv á starvsbrøki 0,8 at byrja 01.11.2022 til og við 31.07.2023.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Sjúkrarøkt, viðgerð, viðtalir og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at onkologiska ambulatorium
- Útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina
- Í summum førum kann arbeiðið vera á seingjardeildunum í vikuskiftunum
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
- Fakligan áhuga innan økið
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Prógv í medisinskari krabbameinsviðgerð
- Góðan telduførleika
- Vilja og evni til at brúka reflektión sum lið í menningini
- Evni at miðla vitan skrivliga eins væl sum munnliga til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartar, eisini primera sektorin
Vit bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
- Eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Evu M Holm, deildarleiðara á, tlf. 304500, lokal 6250.
Umsóknarfreistin er tann 20.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.