Landssjúkrahúsið
Útgivið
11. juli 2025
Útgongur
25. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerð á deild, at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.

Um starvið
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á deildini.

Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru vit eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Tað hevur við sær, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, tí er umráðandi at tit málsliga skilja hvønn annan væl.

Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna. Tú arbeiðir bæði dag- og kvøldvakt bæði gerandis- og halgudagar. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.

Vaktirnar eru skipaðar soleiðis:

  • Dagvakt: kl. 8-15
  • Dag- og kvøldvakt: kl 8-14, og møtir aftur kl. 17-19

Ì sambandi við at fleiri deildir fara at flyta í H bygningin, skal roknast við broytingum í bæði arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
    Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur
  • Tola broytingar í arbeiðinum og arbeiðstíðum
  • Viðkomandi umsøkjari skal vera 18 ár

Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja til tlf. 304614 gerandisdagar millum kl 8-14, ella skriva til Súsannu Nolsøe, teldupost susanna.nolsoe@ls.fo

Lønar- og setanartreytir: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 25. juli 2025.

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið