Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerð á deild, at byrja skjótast gjørligt. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring innan økið.
Um starvið
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á deildini.
Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru vit eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Tað hevur við sær, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, tí er umráðandi at tit málsliga skilja hvønn annan væl.
Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna. Tú arbeiðir bæði dag- og kvøldvakt bæði gerandis- og halgudagar. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.