Stórbilar
Útgivið
25. november 2024
Útgongur
9. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Stórbilum sóknast vit eftir røskum lærlingi, sum er spentur í stórum maskinum og motorum. Tú hevur hug at rokast, og leggur ikki petti í, um tú fært ein oljuplett á nøsina, tí tú veist at hann fæst av aftur.

Onki ger teg glaðari enn at hoyra ein stóran motor spinna sum ein køttur, og tú elskar at taka ting sundur, fyri síðani at seta tey snøgt saman aftur.

Men fyrst og fremst hevur tú hug at læra. Tú hevur hug at fáa pappír uppá, at tær dámar og dugir at skrúva.

Lærutíðin er 3 ár. Fyri tað mesta er arbeiðsstaðið okkara stóri verkstaður, men hartil skalt tú í skúla í trimum umførum, har tú fært teoretiska amboðskassan í ordan.

Stórbilar hava útlært lastbilmekanikarar fyrr, og tey hava øll stórtrivist og ment seg hjá okkum.

Huglagið á Stórbilum er lætt og óhátíðarligt, og vit fara langt fyri at veita bestu tænastu til kundar okkara.

Og so er tað lønin. Vit vilja so fegin finna rætta lærlingin, at vit bjóða góða løn frá fyrsta degi – um tú ert tann rætti.

Vilt tú vita meira um læruplássið og lærutíðina, ring so til Páll Róa, stjóra, á 78 28 03 – hann er fúsur at greiða frá.

Lærlingurin verður settur sum skjótast.

Og so er bara eftir at senda umsóknina til Páll Róa (sama sum omanfyri) á prp@storbilar.fo.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið