Útgivið
22. december 2021
Útgongur
10. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Leiðara til Fiskastykkið í Sandavági

Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt við dagliga virkseminum av kaféini, saman við dugnaligu starvsfólkunum. Talan er um fulltíðarstarv.

Starvið: Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum persóni. Í tøttum samstarvi við hini starvsfólkunum á kaféini, kemur tú at menna staðið víðari og tryggja konseptið og dagliga raksturin av kafeini.

Krøv: Vit vænta, at tú hevur viðkomandi førleikar og royndir innan m.a.:

  • leiðsluroyndir ella vilja til at leiða onnur
  • ert tænastusinnað/ur
  • hevur fíggjarligt skil
  • førleika ella royndir innan marknaðarføring
  • dugir væl at samskifta við veitarar og viðskiftafólk
  • innkeyp av vørum og tænastum

Løn og setanarviðurskifti
Fiskastykkið bjóðar eitt áhugavert starv í eini spennandi kafé í støðugari menning, og har tú hevur góðar møguleikar at ávirka víðaru menningina av kafeini.

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símun Hammer, ráðgeva á VRG. tel. +298 566600 / simun@vrg.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 10. januar 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til vrg@vrg.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið