Útgivið
11. maj 2022
Útgongur
10. juni 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Leiðari til dagrøktarskipanina á Viðareiði

Søkt verður eftir leiðara í til dagrøktarskipanina á Viðareiði at byrja frá 1. august at rokna.

Leiðarin hevur ábyrgdina av dagrøktini og frítíðaransingini, sum fevnir um áleið 40 børn frá 1-ára aldri og til børn, ið ganga í 3. flokki, harav eru nøkur børn, sum hava serligan tørv. Í løtuni eru 10 starvsfólk knýtt at ansingarskipanini.

Vit leggja dent á at menna børnini sosialt, málsliga og likamliga, og at tað einstaka barnið kennir seg trygt og blómar, meðan tað verður ansað hjá okkum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu. Ein leiðara, ið vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðin er í miðdeplinum. Vit ynskja ein leiðara, ið ynskir menning – bæði sjálvsmenning og menning fyri stovnin. Samstundis er tað umráðandi, at tú dugir at sameina  yvirskipaða leiðslu  gerandisdegnum – nærlagni í mun til tíni starvsfólk, í mun til foreldrasamstarv og ikki minst; nærlagni til børnini, sum tú varðar av.   

Í starvinum hevur tú:

  • fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
  • ábyrgd av at tryggja, at virksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum virksemi á stovninum
  • ábyrgd av starvsfólkamenning
  • ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga

samstarvinum

Vit hava:

  • eitt gott umhvørvi, har fólk trívast
  • góð og dugnalig starvsfólk, sum geva børnunum ein góðan gerandisdag
  • góðar arbeiðsumstøður
  • góðar menningarmøguleikar

Vit ynskja, at tú:

  • hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir
  • megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning
  • ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði
  • hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • megnar sjálvstøðugt at taka avgerðir
  • hevur førleika til viðkomandi telduskipanir
  • dugir væl við fólki og samstarvar væl
  • ert savnandi
  • ert virðilig/-ur og lurtandi
  • dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, og sær møguleikar framum forðingar

Lønarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Maritu Sumberg, borgarstjóra á 231090.

Umsókn
Umsókn, CV, prógv og viðmæli skulu sendast til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 10. juni 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið