Leiðari til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík


Útgivið
10. juli 2020
Bólkur

Lýsing

Skriva út

Leiðari til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík

Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin við Stórheygg at byrja tann skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv.

Um dagstovnin við Stórheygg
Dagstovnurin við Stórheygg er ein kommunalur dagsstovnur, ið lat upp 1. mei 2005. Dagstovnurin er opin frá kl. 7.00  til kl. 17.00. Pláss eru fyri 58 børnum í aldrinum 0-10 ár og í løtuni eru 45 børn og 11 starvsfólk knýtt at dagstovninum við Stórheygg. Stovnurin er skipaður í vøggustovu, barnagarðsstovu og einari stovu til frítíðarskúlabørini í 1, 2. og 3. flokki.

Uttanumøkið hevur fjølbroyttar møguleikar, og stovnurin liggur væl fyri, beint við haga, á, fjøru, skúla, bygdarhúsi og við góðum ferðasambandi. Á stovnurin verður dentur lagdur á viðurkennandi námsfrøði, ymiskleika, tryggleika og nærveru.

Førleikakrøv
Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgvin. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun.

Vit ynskja, at tú hevur

  • hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfólki
  • hug og áræði at skapa, mynda og seta dám á virksemið á stovninum
  • førleikar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • breiða vitan og góðan førleika at orða teg munnliga og skrivliga
  • evni at arbeiða tvørfakliga
  • ein virknan lut í samstarvinum við hinar dagstovnaleiðararnar í kommununi
  • góðan telduførleika
  • royndir innan fíggjarstýring

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til fíggjar- og fyrsitingarleiðaran í Sunda kommunu á 297205 ella joannes@sunda.fo Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. august 2020.

Umsóknir skulu sendast til:

sunda@sunda.fo

ella við posti til:

Sunda kommunu

Oyrarbakkavegur 3

FO-400 Oyrarbakki

Merkið umsóknina “Dagstovnurin við Stórheygg”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Dagstovnurin við Stórheygg  í Hósvík er ein av trimum dagstovnum í Sunda kommunu. Dagstovna­leiðarnir í økinum, tvs. í Hósvík, á Oyrarbakka og í Hvalvík, hava eitt gott og tætt samstarv á økinum í samráð við kommununa.

Líknandi størv