Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
11. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Okkum tørvar ein leiðandi ergoterapeut í eitt farloyvisstarv frá 1. November 2024 til 30.apríl 2025. Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri at arbeiða í niðursettum brøki.

Sum leiðandi ergoterapeutur verður tú dagligur leiðari hjá fýra ergoterapeutum. Eisini verður tú partur av einum leiðslutoymi, sum er samansett av depilsleiðslu, deildarleiðarum og fakligum leiðarum. Leiðandi ergoterapeutur tryggjar okkara fakliga ergoterapeutiska støði og leiðir og fordeilir uppgávurnar hjá ergoterapeutunum saman við øðrum leiðarum í mun til tørv og møguleikar. Tær ergoterapeutisku uppgávurnar eru m.a. førleikametanir, at tilrættaleggja venjing og viðlíkahald av førleikum, gera metingar um hjálpartól, veita sansastimbrandi viðgerðir og skipa gerandisdagin saman við sjúklinginum og tvørfakligt samstarv.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð í Sjúkrahúsverkinum, tá tað snýr seg um vaksin fólk. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind.

Tú verður partur av einum depli, hvørs siðvenja er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini "rehabilitering og recovery" eru týdyningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Seinni í ár flyta vit í nýggja H-bygningin, sum fer at geva broyttar arbeiðsumstøður og ein umráðandi uppgáva er at laga ergoterapeutiska virksemið til nýgju rammurnar.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • At gerast partur av strategiska arbeiðinum í leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum
  • Eitt arbeiðspláss í menning, har tú hevur góðan møguleika at mynda gongdina
  • Eitt tvørfakligt umhvørvi við ágrýtnum starvsfeløgum

Arbeiðsøkið hjá leiðandi ergoterapeutinum:

  • Fyrisitingar uppgávur og dagliga leiðslu av ergoterapeutunum á Psykiatriska deplinum
  • Samskipa tær ergoterapeutisku arbeiðsuppgávurnar á psykiatriska økinum
  • Ráðgeva og vegleiða starvsfólkunum í ergoterapiini
  • Halda seg kunnugan við menningina i nnan psykiatriska ergoterapi
  • Hava samstarv við skúlar í Danmark um ergoterapeutlesandi
  • Luttaka í klinisku viðgerðini

Okkara væntan til leiðandi ergoterapeut:

  • Útbúgving sum ergoetapeutur
  • Arbeiðsroyndir og áhuga í psykiatri
  • Leiðslueginleikar
  • Hevur góðar samstarvsførleikar, ert álitsvekjandi og fyrikomandi
  • Gott yvirblikk, evni at raðfesta og gagnnýta tilfeingið á bestan hátt
  • Eitt opið og jaligt tænastusinni

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær Depisleiðsluna á Psykiatriska deplinum, Eydna Iversen Lindenskov, tlf. 304599 - lokal 4102 ella til Tormóður Stórá, lokal 4101

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er tann 11.09.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Prógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skulu havast við til samrøðu í originalum líki.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

16. september 2024
13. september 2024
Varaleiðari til Miðstovnin   Faroe Islands nýtt
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið