Kringvarp Føroya
Útgivið
9. april 2025
Útgongur
22. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tøknideildin í Kringvarpinum lýsir eftir leiðandi framleiðara við ábyrgd fyri ljóði

Brennur tú fyri ljóðarbeiði, og vilt tú hava ein lyklaleiklut í framleiðsluni hjá Føroya størsta miðli? Tøknideildin í Kringvarpi Føroya søkir eftir leiðandi framleiðara við ábyrgd fyri ljóði, sum kann leggja til rættis, menna og samskipa ljóðarbeiðið á stovninum.

Høvuðsuppgávan hjá leiðandi framleiðaranum er at leggja til rættis og skipa ljóðarbeiðið í framleiðslunum hjá KvF. Ljóðframleiðsla, eitt nú studiovaktir, ljóðeftirviðgerð og beinleiðis framleiðslur, er eisini partur av starvinum.

Leiðandi framleiðarin við ábyrgd fyri ljóði vísir til deildarleiðaran á Tøkni.

Um starvið
Sum leiðandi framleiðari ert tú millum annað við til at tryggja, at ljóðið er gott í okkara sendingum, og tú fært ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum á Tøknideildini.

Yvirskipað er høvuðsuppgávan ljóðarbeiði og at leggja til rættis ljóðuppgávur í sambandi við framleiðslu av sendingum. Leiðandi framleiðarin skal arbeiða fyri at betra framleiðsluna og tær mannagongdir, sum eru atknýttar.

Dømi um uppgávur:

  •        leggja og samskipa vaktir
  •        standa fyri studiobókingum
  •        tilmæla, hvussu uppgávurnar í framleiðsluni skulu mannast
  •        taka stig til regluligar menningarfundir
  •        koma við tilmælum um útgerð og hølir

Tínir førleikar og eginleikar
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi miðlaútbúgving og/ella viðkomandi royndir, og at tú hevur holla vitan og royndir við ljóðarbeiði í loftbornum miðlum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, røkin, fryntlig/-ur og hevur góð samstarvsevni. Tú ert eldhugað/-ur og kanst vísa á úrslit. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sum skjótast eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og verður lønt í lønarflokki 8. Starvið er fulla tíð.

Ert tú áhugað/-ur, so send umsókn og viðkomandi skjøl til umsokn@kvf.fo – merk teldupostin “Leiðandi framleiðari”. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Dánjal Tavsen, tøknileiðara – á telefon 296675 ella skriva til danjalt@kvf.fo.

Umsóknarfreistin er 22. apríl 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið