Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir eftir leiðandi læknaskrivara. Talan er um fulltíðarstarv við setan 01.04.2023 ella eftir avtalu.
Skurðdepilin fevnir um sergreinarnar ortopedkirurgi, gynekologi og obstetrik, parenkym- og mammakirurgi, urologi, umframt oyrna-, nasa- og hálssjúkur, eygnasjúkur og tannlæknavirksemi og í hesum sambandi kanning, diagnostisering, viðgerð, røkt og rehabilitering av hesum sjúklingabólkum. Deildirnar eru skurðseingjadeildir, Eygnadeild, Oyrna-næsa-hálsdeild, Tannlæknastova, Hoyriklinikk, skurðgongd og skurðambulatorium, læknagongd við læknaskrivarum, yngri læknum og yvirlæknum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- Leiðsla, fyrisiting og samskipan av læknaskrivarum og læknaskrivaranæmingum á deplinum
- Vanligar læknaskrivarauppgávur
- Gera innleiðslutilfar og frágreiðing yvir, hvussu mannagongdir skulu fylgjast
- Gjøgnumføra innleiðslu og upplæring av næmingum og nýggjum starvsfeløgum
- Viðvirka fyri eftirútbúgving og dagføring av grundútbúgvingini hjá læknaskrivarum
- Kunning til og frá læknaskrivarabólkinum
- Ráðgevari hjá depilsleiðsluni viðvíkjandi læknaskrivaraarbeiðinum
Dentur verður lagdur á:
- Útbúgvin sum læknaskrivari
- Góð leiðaraevni og leiðsluroyndir
- Royndir innan leiðslu og fyrisiting
- Góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni
- Verða før/ur fyri at ætlanargera og raðfesta sítt arbeiði
- Tænastusinnað/ur
- Góð samstarvsevni
- Hollan KT-førleika
- Framskygd/ur við hugflogi
Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har trúfesti og opinleiki stuðla undir avgerðir, ið verða tiknar.
Leiðandi læknaskrivarin hevur tilvísing til depilsleiðsluna á Skurðdeplinum, sum er samansett av leiðandi skurðlækna og leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Elina Vitalis, sjúkrarøktarfakligan depilsleiðara, á tlf. 234523 ella t-post elivi@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann. 22.02.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.