VERT
Útgivið
8. maj 2025
Útgongur
22. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennur tú fyri kundatænastu, og hevur tú ágrýtni og dirvi at vera við til at menna eitt virki, sum er í skjótum vøkstri?

Vert sp/f leitar eftir einum leiðara, ið kann hjálpa okkum at menna kundatænastuna.

Um Vert
Vert umsitur áleið 200 summarhús, íbúðir v.m. kring allar Føroyar, og í 2024 tóku vit ímóti áleið 15.000 gestum. Vert er ein leiðandi aktørur í summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum. Fyritøkan er brynjað til eina spennandi framtíð, hevur sterkan vakstrarprofil og ætlar at víðka virksemið komandi árini.

Okkara virði eru gjøgnumskygni, innovatión og álit – vit trúgva upp á opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.

Um starvið
Sum leiðari fyri kundatænastuna hevur tú ábyrgdina av at skipa samskiftið við gestir okkara og eigarar á ein skynsaman hátt. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum, at gestirnir hava eina góða uppliving, og at kundanøgdsemið er høgt. Somuleiðis hevur tú ábyrgd av fyrisitingarligum uppgávum, eins og tú skalt arbeiða í tøttum samstarvi við tvey onnur starvsfólk, sum tú verður leiðari hjá.

Tínar høvuðsuppgávur verða

  • At leiða og skipa alt samskifti við gestir og eigarar.
  • At greina og fylgja upp á kundanøgdsemið hjá Vert.
  • At tryggja eina góða og skjóta avgreiðslu av fyrisitingarligum uppgávum.
  • At menna arbeiðsgongdir og tænastur í samstarvi við leiðsluna.

Vit ímynda okkum, at tú

  • Ert ágrýtin, dugir væl við fólki, hevur dirvi til at taka avgerðir og arbeiðir sjálvstøðugt.
  • Hevur eyga fyri KT-loysnum og nýggjum skipanum.
  • Tosar og skrivar flótandi føroyskt, danskt og enskt.

Tað er ein fyrimunur, men ikki krav, um tú hevur útbúgving ella royndir í ferðavinnu, kundasamskifti ella leiðslu.

Vit leggja serligan dent á, at tú hevur ein spennandi profil, sum kann hjálpa okkum at menna fyritøkuna víðari.

Starvsviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv á okkara skrivstovu, sum liggur Á Hjalla 7B, 188 Hoyvík. Sum meginregla verður arbeitt frá skrivstovuni, tó kunnu undantøk gerast eftir avtalu. Løn og setanartreytir verða avtalaðar eftir nærri avtalu.

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga? Send okkum eina umsókn og CV á trondur@vert.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Freist
Umsóknarfreistin er til 22/5-2025.

Vit ynskja starvið sett skjótast gjørligt, men bíða fegin eftir rætta umsøkjara.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Trónd Kollsker, stjóri, á 79 00 62 ella skriva til trondur@vert.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið