Tvørmegi CrossFit
Útgivið
4. februar 2026
Útgongur
13. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Vit søkja eftir einum leiðara til venjingarmiðstøðina Tvørmegi CrossFit & HYROX í Tórshavn.
Tú verður partur av einum fryntligum toymi við ábyrgd fyri dagliga rakstrinum av Tvørmegi, sum arbeiðir fyri at skapa eitt gott, sunt og sosialt venjingarumhvørvi til frama fyri kropp og sinn.

Uppgávurnar fevna um:

  • Kundasamskifti og kundarøkt
  • Undirvísing í CrossFit & HYROX
  • Menning og kveiking av venjaraskaranum
  • Søla og marknaðarføring
  • Hølisskilhald
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tínir førleikar:

  • Tú hevur fólkatekki, ert kundavinalig/ur og hevur eyga fyri góðari tænastu
  • Tú ert sjálvbjargin og væl skipað/ur í tínum arbeiði
  • Tú hevur hug og dirvi at læra og seta teg inn í nýggjar uppgávur og avbjóðingar
  • Tú hevur áhuga og hegni at undirvísa í CrossFit og Hyrox (tú fært góða førleikamenning)
  • Tú hevur telduførleikar á brúkarastøði
  • Hevur tú aðrar viðkomandi royndir ella útbúgving innan fysioterapi, persónligari venjing el.l. kann tað gerast partur av starvinum

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt sunt og virki arbeiðsumhvørvi
  • Menning og skeið innan rørslu og venjing
  • Ein smidligan arbeiðsdag, sum tú sjálv/ur leggur til rættis
  • Yvir tíð møguleikan at taka størri ábyrgd innan onnur virkisøki
  • Starvið kann vera hálva-til-fulla tíð við løn eftir avtalu
  • Umsóknin og lívsrensl skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13/02/2026, og skal sendast til tvormegi@tvormegi.fo ella bk@tvormegi.fo

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Bartal Kamban á tlf. 508275 ella Kristinu Thede Johansen á tlf. 916099.

Tvørmegi er partur av samtakinum Fjálgt og Fjákut, sum eisini eigur og rekur ferðaskrivstovuna Experience Faroe Islands, húsbilaleigufyritøkuna Camper Vans og vørumerki Kopli. Vit leita eisini eftir starvsfólki til hesar fyritøkurnar, og um tú ert áhugað/ur er møguleiki at fáa uppgávur frá hesum feløgum eisini. Les meira um starvslýsingina her.

 

Líknandi størv

4. februar 2026
Leiðari til Barnahúsið Imba   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026
Vit sóknast eftir mennara   Faroe Islands nýtt
4. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið