Lýsing
Søkt verður eftir dugnaligum og eldhugaðum stovnsleiðara til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini at byrja 1. august 2025, ella eftir nærri avtalu.
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini hevur umleið 120 frítíðarskúlabørn og veitir harumframt eitt serligt tilboð til barnagarðsbørn, ið vit nevna yngri bólkur. Hetta tilboðið er ætlað børnum, sum hava – ella hava havt – tørv á øðrvísi menningarkørmum í eitt ávíst tíðarskeið, samanborið við eitt vanligt barnagarðstilboð.
Tilboðið er samantvinnað við frítíðarskúlan seinnapartin, soleiðis at børnini í yngra bólkinum kunnu vera í tøttum samskifti og samspæli við hini børnini. Hetta stuðlar undir menningina av sosialum førleikum og styrkir felagsskapskensluna.
Badmintonhøllin er staðsett mitt í Havnini í náttúruríkum umhvørvi tætt við Viðarlundina. Stovnurin er eisini granni við Tórsvøll, har nógv ítróttarvirksemi fer fram. Hetta gevur børnunum fjølbroyttar møguleikar at spæla, vera virkin og fáa íblástur frá einum umhvørvi, har rørsla og felagsskapur eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum.
Á frítíðarskúlanum verður stórur dentur lagdur á trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum. Í gerandisdegnum er umsorgan og námsfrøði í miðdeplinum, so børnini hava tryggar og mennandi umstøður at vera í. Í hesum sambandi er eitt gott og virkið samstarv millum starvsfólkini grundleggjandi.
Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Einum leiðara sum ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og fyri námsfrøðiliga virksemi. Leiðarastarvið inniber bæði samstarv og sjálvstøðugt arbeiði, har tú fær avbjóðingar og møguleikar at mennast. Harumframt er ein partur av leiðarastarvinum at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.
Dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir, sum hevur við sær, at tú sum stovnsleiðari arbeiðir í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og eisini aðrar stovnsleiðarar. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang í mun til leiðslu og námsfrøðiliga tænastu, ið hevur týdning fyri at dagstovnaøkið arbeiðir fram ímóti eini felags kós.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu