Vágs Kommuna
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
10. juni 2023
Staður
Vágsvegur 30, 900 Vágur, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
petry@vagur.fo

Lýsing

ENDURLÝSING - Vágs Kommuna søkir eftir leiðara til barna- og ungdómsøkið.

Vilt tú vera við til at skapa okra framtíð í einum mennandi og spælandi umhvørvi?

Barna- og ungdómsøkið hjá Vágs Kommunu verður nú deilt í tvær eindir. Hetta merkir, at okur skulu hava ein leiðara til nýggju eindina. Nýggja eindin fevnir um Sóljuna (børn í forskúlaaldri), frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Sum leiðari kemur tú at hava ábyrgd av hesum stovnum, ið samanlagt fevna um eini 60 børn, tvær staðsetingar og 6 ársverk.

Nýggi leiðarin kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við verandi leiðara á barna- og ungdómsøkinum og vil vísa til leiðaran í kommunalu umsitingini.

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.

Okur bjóða okra nýggja leiðara:

  • eitt áhugavert og sjálvstøðugt leiðarastarv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum.
  • møguleika at seta sín dám á, hvussu tilboðið til børn og ung verður skipað.
  • at verða við til at skapa eitt trygt og gevandi tilboð til børn og ung.

 

Okur vænta tú, sum leiðari:

  • ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
  • hevur greiðan leiðslusamleika.
  • hevur fíggjarligu- og námfrøðiliguábyrgdina á stovnunum.
  • hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógir, ásetingar og endamál.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka rættar avgerðir.
  • hevur hugsjónir um virksemi ið rúmar bæði barnagarðsbørnum, frítíðarskúla og ungum.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
  • hevur góð evni at umstilla tjeg í einum broytiligum umhvørvi.
  • hevur eitt positivt, kveikjandi og framat lítandi lyndi.
  • hevur áræði at ganga nýggjar leiðir.
  • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommununa.
  • hevur lætt við at samskifta munnliga og skrivliga bæði innan og uttanhýsis.
  • hevur teldukunnleika á brúkarastøði.

 

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. juni 2023 klokkan 12.00. Umsóknin kann sendast til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, 900 Vágur. Viðmerk umsóknina “Leiðari”.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry H. Mortensen á telefon 73 30 08 ella petry@vagur.fo.

Líknandi størv

2. december 2023
Trý starvsfólk til sambýli í Havn   Faroe Islands nýtt
2. december 2023
2. december 2023
Bilførari til OCD.   Faroe Islands nýtt
2. december 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið