Lýsing
Vit leita eftir einum framsøknum liðskipara at leiða Barnaverndartænastuna í VEKS, sum megnar at fremja gott og jaligt samstarv, og við fakligum nærlagni kann mynda barnaverndarøkið. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum, fakliga sterkum starvsfólkum, sum saman við tær hvønn dag gera mun og skapa úrslit.
Endamál og uppgávur hjá barnaverndartænastuni
Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at styðja undir ein tryggan uppvøkstur.
Leiðarin myndar, saman við starvsfólkunum, sosialfakliga og fyrisitingarliga profilin hjá Barnaverndartænastuni. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a.:
- at fyrisita Barnaverndartænastuna fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga, soleiðis at hon støðugt er dagførd og virkar í samsvari við galdandi lóg og reglur
- at raðfesta tíðina væl ímillum at menna, samskifta og málsviðgera
- at fyrireika mál og tryggja Barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
- at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum
- at tryggja fakliga menning, trivna og tvørfakligt samstarv í Barnaverndartænastuni
- at mynda Barnaverndartænastuna úteftir í fakligum samstørvum og fundum
- at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum
- at hava virknan leiklut í verkætlanini “Saman um barnið”
Førleikakrøv
Barnaverndartænastan í VEKS væntar, at umsøkjarin hevur:
- Viðkomandi útbúgving innan sosialfakliga økið, ella samsvarandi royndir
- Royndir við fyrisiting, og royndir við leiðslu kunnu vera ein fyrimunur
- Evnini at seta út í kortið, skapa meining fyri starvsfólkunum og fremja sjónliga leiðslu
- Empatiskt lyndi í samstarvinum við starvsfólk, børn og foreldur, eins og dirvi at skera ígjøgnum, tá umstøðurnar krevja tað
- Evnini at málbera seg týðuliga og at fáa boðskapin fram; og evnini at tryggja opið og mennandi samstarv innanhýsis, við samstarvspartar og umhvørvið Barnaverndartænastan virkar í
Lønar- og setanartreytir
Leiðarin vísir til borgarstjóran í Sunda kommunu.
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Freistin at søkja starvið er týsdagin 10. juni 2025. Skrivlig umsókn, saman við møguligum
viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til sunda@sunda.fo.
Nærri kunning
Ynskir tú nærri kunning um Barnaverndartænastuna í VEKS og starvið, ber til at ringja til Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu á tlf. 29 72 72.
Stýrið fyri Barnaverndartænastuna í VEKS tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Vestmanna kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna og Sunda kommuna samstarva um barnaverndartænastu sambært galdandi lóg um barnavernd. Ein stýrisbólkur er fyri
Barnaverndartænastuna í VEKS umboðandi allar borgarstjórarnar í samstarvskommununum.
Barnaverndartænastan í VEKS er sett saman av tveimum pørtum, sum eru barnaverndarumsiting og barnaverndarnevnd. Í barnaverndarnevndini eru 5 limir, ein limur úr hvørjari kommunu umframt ein sum, verður valdur eftir VEKS raðfylgjuni. Nevndin verður vald fyri eina býráðssetu í senn.
Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkaligu og umsitingarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til borgarstjóran í Sunda kommunu og hevur starvsstað á Oyrarbakka.