Blákrossheimið
Útgivið
26. juli 2024
Útgongur
18. august 2024
Staður
Við Pæturshús 2, FO-655 Nes, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
umsokn@blakross.fo

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til Blákrossheimið til setan frá 1. oktober 2024.

Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. Starvfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, lækna, heilsurøktarum, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).

Sum leiðari hevur tú høvuðsábyrgd av virkseminum, starvsfólkunum og rakstrinum hjá Blákrossheiminum.

Arbeiðsuppgávur:

  • at ganga á odda fyri og skipa menningina á Blákrossheiminum
  • at umsita fíggjar- og rakstrarstýring
  • at samstarva við nevndina fyri Blákrossheimið og annað virksemi hjá Bláa Krossi Føroya.
  • at samskifta og samstarva við aðrar stovnar og myndugleikar.

Førleikakrøv
Vit søknast eftir leiðara, sum:

  • Hevur hóskandi fakliga útbúgving og leiðsluroyndir
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur fíggjarligt innlit og hegni
  • Hevur evni at stimbra og eggja starvsfólki
  • Hevur vilja til støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum
  • Tekur undir við Blákross hugsjónini

Vit bjóða

  • eitt spennandi starvsøki í støðugari menning
  • eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning
  • tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi

Talan er um avbjóðandi leiðarastarv í góðum arbeiðsumhvørvi og við ágrýtnum starvsfólkum. Tú kemur saman við nevndini fyri Blákrossheimið at mynda virksemið.

Løn/setanartreytir: 

Starvið verður lønt í 36. lønarflokki, stig 49, hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi.

 

Umsókn og Freist
Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. august 2024.

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Edvu Jacobsen, forkvinna fyri nevndina fyri Blákrossheimið, t-post: edva@blakross.fo, ella tlf. +298 770 707

Umsóknin skal sendast til:
umsokn@blakross.fo

 

Heilsutrygd hevur góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn, ið veitir rúsviðgerð.
Henda góðkenning hevur heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019, “Um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð” og kunngerð nr. 75 frá 29. mai 2020.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið