Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
Útgivið
18. januar 2022
Útgongur
14. februar 2022
Staður
Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri , Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi vegna aldur,  søkja kommunurnar í Suðuroy eftir leiðara at standa á odda fyri  Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum er tænastan fyri eldru borgarar í Suðuroy.

Starvið
Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, har tú  sum ovasti leiðari fyri eldraøkið í Suðuroy fært ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Bú- og Heimatænastuni og av stovnunum, ið eru   hjá kommununum í Suðuroy.

Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni og hava fakligu, fíggjarligu, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu  ábyrgdina.

Leiðarin hevur ábyrgd av  at seta og loysa fólk úr starvi  og eru um 140 starvsfólk á økinum.

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motiveraði starvsfólk og nøgdar móttakarar av tænastuni.

Leiðarin er skrivari fyri  stýrið hjá Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Leiðsluuppgávurnar

  • At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS
  • At skipa og menna eindina
  • At menna og effektisera arbeiðsgongdir og mannagongdir
  • At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • At arbeiða við førleikamenning
  • At arbeiða sambært málsetningin fyri stovnin

 

Útbúgving, førleikar og royndir
Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur:

  • Royndir innan leiðslu og fyrisiting av starvsfólki
  • Royndir innan fíggjarstýring
  • Royndir at skapa trivna og menning millum starvsfólk
  • Tað kann verða fyrimunur, um umsøkjarin hevur vitan ella royndir innan almenna fyrisiting
  • Tað kann verða fyrimunur at hava royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum og leiðsluútbúgving
  • Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi og dugir at  samskipa og motivera starvsfólk og skapa jaligar arbeiðsumstøður.

 

Løn og setanarviðurskifti 
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Leiðarin hevur tilvísing til stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroy. Setanarøkið fevnir um Suðuroynna og tænastustaðurin er í Vági.

Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:

Stýrið fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

att.: Kristin Michelsen, stýrisformaður

Tvørávegur 37
800 Tvøroyri

ella: borgmeist@tvoroyri.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 14. februar 2022 kl. 12.00.

Starvið verður sett skjótast til ber.

 

Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Stýrið  sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið