Vøruhúsið á Hjalla
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
21. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum av fremstu búnýtishandlum í landinum.

Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av at leiða og skipa handilin. Uppgávan umfatar eisini at halda handilin, at avgreiða innkeyp og skipa fyri søluátøkum. Tú kemur, í felag við leiðsluna, at samskipa dagligdagin hjá starvfólkunum.

Høvuðsuppgávur:

  • Leiða og skipa dagliga virksemið í handlinum.
  • Tryggja, at handilin altíð er dagførdur við røttu vørunum.
  • Samskifta við kundar.
  • Skráseting og handfaring av vørum.
  • Leiða og stuðla starvsfólkunum í handlinum.

Vit ímynda okkum, at tú hevur leiðslu og handilsroyndir.

Vit vænta, at tú ert:

  • Skipað/ur, ágrýtin og álítandi.
  • Dugir at arbeiða við teldu. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Business Central.
  • Leiðsluevni, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
  • Hevur gott handils stev

Starvstreytir:
Løn- og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn:
Vil tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Peter Mouritsen, stjóra, á telefon 542555.
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til pm@voruhusid.fo í seinasta lagi 21. juli 2024. Starvið verður sett skjótast tilber.

Líknandi størv

4. oktober 2024
4. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið