Tórshavnar kommuna
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
27. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Býlingshúsið Vesturi á Flat er ein nýmótans dagstovnur og liggur væl fyri í náttúruríka umhvørvinum í Hoyvík tætt við Svartafoss, ið setur sín natúrliga dám á gerandisdagin. Umhvørvið rundan um stovnin og tilhoyrandi garðurin gevur børnunum góðar umstøður at spæla, vera virkin og nýta hugflogi.
Tórshavnar kommuna søkir ein ágrýtnan og eldhugaðan leiðara við góðum námsfrøðiligum førleikum til Býlingshúsið Vesturi á Flat at byrja skjótast gjørligt. Sum leiðari fært tú møguleikan at mynda gerandisdagin á stovninum og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi bæði hjá børnum og starvsfólkum. Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Og sum raðfestir trivna og samstarv bæði hjá børnum, starvsfólkum og foreldrum.

Býlingshúsið Vesturi á Flat er ein stórur stovnur við tveimum vøggustovum, fýra barnagarðsstovum og haraftrat ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, ið ganga teirra seinasta ár í barnagarð. Nýmótans stovnurin við nýútgjørdum hølisviðurskiftum gevur starvsfólkunum góðar umstøður til ymiskt námsfrøðiligt virksemi. Á stovninum er millum annað eitt fyrireikingarhøli til starvsfólk, eitt samtaluhøli til foreldrasamrøður og ein serstova við góðum møguleikum fyri innkluderandi virksemi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið