Visit Tórshavn
Útgivið
10. september 2024
Útgongur
20. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at seta tær mál og røkka teimum? Er leiðsla, samskifti og samskipan náttúrligt fyri teg? Og hevur tú eitt jaligt lyndi? So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit leita eftir einum leiðara, sum skal vera við til at skapa lív og trivnað í býnum og samstundis skal standa á odda fyri City Tórshavn.

Sum leiðari í City Tórshavn hevur tú m.a. ábyrgdina av at samskipa og víðarimenna tiltøk sum t.d. Mentanarnáttina, Jól í Miðbýnum og Matstovudagar, og fyri at samskipa og marknaðarføra Havnarkortið. Vit leita eftir tær, sum ynskir at koma við nýggjum hugskotum, at menna hesi og at føra tey út í lívið við fíggjarligum skili. Ein tíðandi partur av starvinum er at samstarva við vinnuna um tiltøk og átøk, samskipa karmar og skapa trivnað í býnum. Eisini hevur tú ábyrgdina av handlinum í Steinatúni og kampingplássinum Yviri við Strond.

Starvið krevur, at tú dugir at leiða, seta í verk, samskipa og eftirmeta. Tú mást vera kreativ/ur og megna at fáa kabaluna at ganga upp, eisini tá ið tað t.d. kemur til at gera arbeiðsskema. Umráðandi er eisini, at tú dugir at leggja fíggjarætlanir og halda tær.

Vit vænta somuleiðis at tú hevur eitt lætt lyndi, royndir innan leiðslu, sølu- og marknaðarføring, og/ella at tú hevur viðkomandi útbúgving. Neyðugt er, at tú dugir væl føroyskt og enskt í skrift og talu.

Tú verður partur av dugnaliga Visit Tórshavn-toyminum, og starvsstaðurin er í Steintúni. Arbeiðstíðin er fulla tíð gerandisdagar, men til tíðir kunnu uppgávur fella uttanfyri vanliga upplatingartíð.

Um City Tórshavn
Felagið Tórshavn rekur Visit Tórshavn og City Tórshavn.

City Tórshavn hevur til endamáls at samskipa karmar í sambandi við handilsvinnu, matstovuvinnu og upplivingar í Tórshavnar kommunu. Samskipan av tiltøkum og søla av veitingum v.m. eru eisini eru partur av uppgávunum. City Tórshavn verður fíggjað við limagjaldi og øðrum inntøkum. Visit Tórshavn verður fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu, sambært avrikssáttmála.

Leiðarin fyri City Tórshavn, vísir til stjóran í Visit Tórshavn.

Umsóknin
Vit seta starvið sum skjótast og umsóknir verða viðgjørdar leypandi – seinasta freist er 20. september. Løn eftir avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóra, á tlf. 284008, ella skriva á tordisb@torshavn.fo.

Umsóknin skal helst sendast umvegis Alfred-skipanina: https://alfred.fo/starv/leidari-til-city-torshavn

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið