Sumbiar kommuna
Útgivið
5. september 2025
Útgongur
25. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til dagrøktina hjá Sumbiar kommunu. Dagrøktarskipanin hjá Sumbiar kommunu umfatar 7 dagrøktarar við tilsamans 27 børnum. Børnini í dagrøktarskipanini eru í aldrinum 0 til 7 ár.

Dagrøktarleiðarin hevur leiðsluábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðnum, umframt fíggjarliga og fyrisitingarliga leiðslu av dagrøktini.

Starvsstaðurin hjá leiðaranum er í spælistovuni á Krossinum 11.

Tínar arbeiðsuppgávur sum dagrøktarleiðari eru m.a.:

  • at skipa arbeiðsgongdina í dagrøktarskipanini, umframt áhaldandi at menna dagrøktina og starvsfólk
  • at hava visjónir og seta mál fyri dagrøktarskipanina
  • at skipa fyri starvsfólka- og foreldrafundum og øðrum felags virksemi
  • at leggja fíggjarætlan og hava dagliga raksturin av dagrøktini
  • at ráðgeva og vegleiða starvsfólkum og foreldrum í námsfrøðiligum spurningum
  • at samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt
  • leiðarin vísir til umsitingina hjá Sumbiar kommunu

Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving
  • Er fakliga væl fyri, serliga í mun til aldursbólkin 0 til 7 ár
  • Kann arbeiða í einum toymi og vísir tolllyndi og samstarvsvilja
  • Strembar eftir at skilja sítt umhvørvi við útgangsstøði í teimum menniskjaligu sambondunum
  • Er eldhugað/ur og hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit

Setarnarviðurskifti
Dagrøktarleiðarastarvið, sum er 1/2 tíð, verður lønt sambært avtalu millum KAF og Pedagogfelagið. Starvið verður sett 1. Nov 2025 ella so skjótt, sum tilber.

Umsøkjararnir verða mettir út frá fakligum, persónligum og leiðsluligum førleikum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast týsdagin 25. septembur 2025.

Tú søkir starvið við at senda umsókn til et@sumba.fo

Meira fæst at vita við at venda sær til Eyðbjørn Thomsen, á tlf. 570330 ella skriva teldupost á et@sumba.fo

Sumbiar kommuna

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið