Tórshavnar kommuna
Útgivið
23. februar 2026
Útgongur
11. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

»Hvat hendir, tá vit tora at ganga undan – og onnur fylgja við?«

Tað er ikki altíð tað lættasta, men er ofta tað, sum ger munin. Vit leita eftir einum leiðara, ið ikki bert hyggur at, tá línan verður drigin – men sum eisini dregur við.

Dugir tú at síggja tað stóra í tí smáa og tað smáa í tí stóra? Ert tú fyrikomandi og hevur áræðið? So er starvið kanska nakað fyri teg.

Dagstovnurin í Fríðriksgarði er ein miðbýarstovnur, sum er nærmasti granni at fleiri góðum býar perlum og náttúru, sum hóskar seg væl til barnanámsfrøði. Tað er gott busssamband til allan býin. Dagstovnurin fevnir um vøggustovu og barnagarðs virksemi, har 15 dugnalig og nærverandi starvsfólk starvast. Dentur verður lagdur á, at barnið er í miðdeplinum, og starvsfólk leggja stóran dent á at skapa góðan trivna við umsorgan og menning. Somuleiðis leggja tey dent á, at hava virðing fyri hvørjum øðrum og ymisleikanum, eins og gott foreldrasamstarv hevur sera týðandi leiklut, fyri at skapa bestu fortreytir fyri trivnaðin og menningina hjá barninum.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábygd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein saman tvinnan av sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Køkshjálp til Hornið   Faroe Islands nýtt
23. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið