Leiðari til Dagstovnin í Øksnagerði

Útgivið
20. oktober 2021
Staður
Denmark
Vitjandi
6

Lýsing

Skriva út

Leiðari til Dagstovnin í Øksnagerði

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir nýggjum leiðara at byrja 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Um stovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði eru 4 stovur, ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við  samskiftis- og kontakt avbjóðingum, oftast innan autismuspektrið. Í løtuni ganga 59 børn á stovninum, og starvsfókatoymið telur um 20 starvsfólk, har helvtin er námsfrøðingar.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum. Vit leggja  stóran dent á relatiónsarbeiði, har vit ynskja at uppbyggja góðar og nærar relatiónir millum øll, bæði børn og vaksin.  Vit ynskja at geva børnunum umsorgan, so tey kunnu kenna seg trygg her hjá okkum, tí vit meta tryggleika sum grundarsteinin undir allari menning. Vit ynskja at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar fyri at skapa bestu menningar fortreytirnar fyri einstaka barnið í gerandisdegnum.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/leidari-til-dagstovnurin-i-oksnagerdi/

Líknandi størv