Lýsing
Brennur tú fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi?
Torir tú at ganga undan, skapa karmar og virka fyri trivnaði, menning og samstarv? Ert tú fyrikomandi og hevur áræðið?
Vit leita eftir einum leiðara, ið er sjónligur og viðurkennandi, sum megnar at fremja gott samstarv og styrkja felagsskapin. Einum leiðara, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa og tað smáa í tí stóra.
Dagstovnurin er í teimum eindum, har vøggu- og barnagarðsstovurnar eru í hvør sínari lon. Pláss er fyri 6 ára stovu, sum er staðsett í hølum millum báðar lonirnar. Tilsamans eru 8 stovur og stovnurin kann hýsa uml. 114 børnum. Í løtuni starvast 30 starvsfólk á stovninum: námsfrøðingar, hjálparfólk, køksfólk og leiðsla. Stovnurin liggur í náttúru vakra umhvørvinum við Velbastaðvegin og blind gøtuna í Vika. Náttúruperlurnar Sandágerð, Sandá og onnur vøkur, spennandi og mennandi øki eru beint uttan fyri dyrnar. Busssambandið er gott, og lætt er at ferðast víða – bæði til og frá.