Lýsing
Um starvið
Nú Almannaverkið víðkar um virksemið í eindini Sosialpsykiatri verður søkt eftir einum heilsufakligum leiðara til eindina. Talan er um starv fulla tíð at seta skjótast gjørligt. Tú verður partur av einum leiðslutoymi við eindarleiðara og sjey leiðarum. Leiðararnir vísa til eindarleiðaran.
Arbeiðsuppgávur og ábyrgd
Søkt verður eftir eftir sjónligum og fakliga dugnaligum leiðara til røktarbústaðin Fjálgalon og til annað virksemi í Tórshavn. Tey sum búgva í Fjálgulon eru eldri búfólk við sálarsjúku.
Í Fjálgulon verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við støði í tí einstaka verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar, samstundis sum røkt og umsorgan verður veitt.
Nærri lýsing av uppgávum og ábyrgd hjá leiðarum í Trivnaðardeplinum er í leiðaraprofilinum. Trýst her ella tak niður viðfesta skjal