SEV
Útgivið
8. februar 2024
Útgongur
21. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir leiðara til El-tøknideildina. Á El-tøknideildini starvast í løtuni 9 starvsfólk.

Starvið
Arbeiðsuppgávurnar á El-tøknideildini eru sera fjølbroyttar. Leiðarauppgávurnar eru m.a. at fyrireika, samskipa og ganga á odda fyri verkætlanum, stórum sum smáum. At samskipa eftirlit, nýgerð, umvæling av tøkniútbúnaðinum á netinum og á framleiðslueindunum um landið. Roknast kann við, at neyðugt er at arbeiða skeivar tíðir av og á.

Vit vænta, at tú:

  • hevur eltekniska útbúgving
  • hevur góðan kunnleika til eløkið
  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • ert fyrikomandi, nærløgd/lagdur og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit
  • hevur koyrikort til persónbil

Vit bjóða tær:

  • neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fært um hendi
  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Ynskiligt er, at tú sum nýggi starvsfelagi okkara ert áhugað/ur í gevandi fakligum samstarvi og sparring, og at tú gevur títt íkast til góðan trivnað.

Løn
Leiðarin á El-tøknideildini er løntur í lønarflokki 35 eftir lønartalvuni hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumaður.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Jákup Martin á Válinum, deildarleiðara á rakstrardeildini, á telefon 594795. Umsóknarfreistin er 21. februar 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.foviðmerk: leiðari til El-tøknideildina.

 

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið