Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið leitar eftir einum eldhugaðum og virkisfúsum leiðara, ið skal standa á odda fyri Frítíðarskipanini á Høgabóli í Saltangará og Frítíðarskipanini í Klaksvík. Hesar eru til børn og ung við serligum tørvi.
Um starvið
Talan er um eitt starv fulla tíð at seta skjótast gjørligt. Nýggi leiðarin vísir til eindarleiðaran og verður partur av einum leiðslutoymi við sjey leiðarum.