Lýsing
Sum leiðari á einum nýggjum stovni, hevur tú møguleika at fáa stóra ávirkan, har tú kemur tú at byggja upp og menna stovnin og starvsfólkini.
Í løtini eru tað 32 barnagarðsbørn á stovninum, men barnatalið fer at vaksa í 2022.
Baldursbrá er ein nýggjur kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin hevur frálíka staðseting úti í Oyri, tætt við fjøru og haga í nærumhvørvinum, ið leggja upp til at hesi eisini gerast ein natúrliga partur av tí námsfrøðiliga arbeiðnum.
Førleikar og væntanir:
- Tú hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum námsfrøðingur
- Tú hevur hug og hegni at leiða, eggja og samstarva
- Tú hevur námsfrøðiligar hugsjónir, sum kunnu gagna stovninum
- Tú kennir til umsitingarligar uppgávur, so sum fíggjarætlan og lønir o.a.
- Ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur til starvsfólkini
- Ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og dugir at loysa trupulleikar
- Leggur teg eftir einum góðum samstarvi
Sum leiðari mást tú:
- Hava námsfrøðiliga útbúgving
- Síggja menningarmøguleikar fyri børn í barnagarðsaldri
- Ganga á odda, menna og mynda Báldursbrá og starvsfólkabólkin
- Hava visjónir og megna at seta tær mál
- Vera eldhugað/ur og megna at ráðgeva og vegleiða starvfelagar við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
- Kunna at samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt
- Megna at samstarva við aðrar stovnar
Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:
- Megnar at stjórna, menna og skapa eitt gott námsfrøðiligt tilboð til børnini og starvsfólkini
- Strembar eftir at skapa eitt gott umhvørvi á stovninum – fyri børn, foreldur og starvsfólk
- Hevur dirvi til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum málum
- Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit
- Megnar at hava góða og sunna fíggjarstýring umframt fyrisitingarligar førleikar
Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, við møguleika fyri niðursettari tíð.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. desembur 2021
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið her", ið er niðast á síðuni.
Vil tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, tlf. 284538