Økistænastan í Sandoyar Sýslu
Útgivið
7. juli 2021
Útgongur
8. august 2021
Staður
Sandoy, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið sum leiðari fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu er leyst at søkja frá 6. juli ella skjótast gjørligt aftaná.

Sum leiðari kemur tú at standa á odda fyri øllum virkseminum bæði úti og inni og  hava  fakligu, fíggjarliga, fyrisitingarligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av Økistænastuni í Sandoyar Sýslu.

Vit kunnu bjóða eitt spennandi, dynamiskt og avbjóðandi starv, har tú verður við til at mynda og menna Økistænastuna, soleiðis at tænastan til borgaran kann tryggjast  á einum høgum støði.

Endamálið við tænastuni er at veita røkt og umsorgan, fyribyrgja sjúku, stimbra heilsu og trivna, endurmenna mistan førleika og stimbra møguleikan at klára seg sjálvan.

Høvuðsuppgávur eru m.a:

  • At hava høvuðsábyrgdina av, at borgarin fær røttu tænastuna og tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgaranum í økinum, verður skipað skilagott og á einum fakliga høgum støði
  • At skapa karmar og tíðilig virðir, soleiðis at tað verður eitt gott og mennandi arbeiðspláss
  • Tryggja at lógir og avgerðir verða  grundfestar og framdar í verki
  • Í tøttum samstarvi við stýrið at tilrættisleggja tær tænastur sum verða veittar
  • Tryggja neyva fíggjarstýring
  • Hava tætt samskifti við stýrið við ráðgeving og regluligari kunning

Vit vænta av tær at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving og drúgvar leiðsluroyndir. Fyrimunur er, um tú hevur eftirútbúgving innan leiðslu
  • Hevur góð leiðaraevni, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti.
  • Ert sjónlig/ur og nærverandi í tínum leiðarastarvi og megnar at hava heildaryvirlitið
  • Ert tænastusinnaður og vilt virka fyri at trivnaðurin hjá borgarin verður settur í miðdepilin.
  • Ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting
  • Hevur royndir og innlit í økið Heimatænastu, eldrarøkt v.m.
  • Ert fyrikomandi, týðiligur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum
  • Dugir væl at samskifta og samstarva við, borgaran, avvarðandi, starvsfólkið politikaran og aðrar stovnar
  • Tolir møguligar broytingar

Setanar- og lønarviðurskifti. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Leiðarin hevur tilvísing til stýrið í samstarvinum. Setanarstaður er Økistænastan í Sandoyar Sýslu.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Stýrisformann Heri Sverrason tlf. 211930

Umsókn
Skrivlig umsókn  saman við prógvum,  upplýsing um útbúgving og royndir verður at  senda til:

Økistænastan í Sandoyar Sýslu
Stílað: Heri Sverrason  stýrisformann
Mørkin Mikla 3
FO-210 Sandur
 

Ella teldupost: borgarstjorin@sandur.fo

Umsóknarfreist 8. August. 2021

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarir eru, skilar Stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu sær rætt til, at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið