Kvinnuhúsið
Útgivið
5. juli 2022
Útgongur
19. juli 2022
Staður
Postsmoga 278 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kvinnuhúsið søkir eftir leiðara til eitt áhugavert starv. Vit leita eftir einum álitisvekjandi persóni, sum brennir fyri at gera mun hjá teimum, ið hava verið fyri harðskapi.

Í Kvinnuhúsinum starvast umframt leiðaran  1 ½ starvsfólk, og 35 harafturat eru sjálvbodnar vaktir  knýttar at Kreppumiðstøðini.

Í Kvinnuhúsinum er møguleiki fyri at koma til einstaklinga viðtalur og vera partur av einum samrøðubólki. Harafturat er møguleiki fyri at fáa viðtalu hjá sálarfrøðingi, ið er knýttur at Kvinnuhúsinum.

Á kreppumiðstøðini kunnu kvinnur gista, eisini saman við børnum, í avmarkaða tíð.

Kvinnuhúsið  er í eini broytingartilgongd og fer framyvir eisini at veita ráðgeving og vegleiðing til menn.

Um starvið
Sum leiðari fært tú saman við góðum starvsfólki, ávirkan á menningina og arbeiðsumhvørvið í ráðgevingini og kreppumiðstøðini. Tú fært eisini møguleikar fyri førleikamenning og supervisión.

Leiðarin hevur ta fíggjarligu ábyrgdina av Kvinnuhúsinum í tøttum samstarvi við nevndirnar í Kvinnuhúsfelagnum og Kvinnuhúsgrunninum.

Leiðarin hevur starvfólkaábyrgd og ábyrgdina av at leiða og menna:

  • Ráðgevingina
  • Kreppumiðstøðina
  • Sjálvbodnu vaktirnar

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna um:

  • at hava ábyrgd av fyrisitingarligu og umsitingarligu uppgávunum
  • at skipanir, mannagongdir, tænastur og karmar annars støðugt verða ment í samstarvi við viðkomandi partar
  • at tryggja og menna hagtalsskipanina
  • at samskipa og styrkja samstarv við myndugleikarnar og stovnar
  • at skipa kunnandi virksemi, tiltøk, miðling og undirvísing innan harðskap
  • at arbeiða við eftirvernd
  • at skapa grundarlag undir einum vitanardepli og gransking

 

Førleikar

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving
  • Tú hevur førleika at arbeiða við fólki í kreppu og megnar truplar støður
  • Tú dugir at samskifta við stovnar og miðlar
  • Tú ert nýhugsandi
  • Tú hevur yvirlit og evni til at raðfesta og leggja arbeiðið til rættis

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og áramálsett í 5 ár við møguleika fyri at verða longt. Tað er lønt sambært avvarðandi sáttmála. Leiðarin má tola broytingar í starvinum. Starvið verður sett frá 1. september 2022 ella eftir nærri avtalu. Krav er um barnaváttan.

Umsóknarfreist
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at venda tær til Eddu Hjartvarsdóttir, lim í setanarbólkinum á tlf. 519197 gerandisdagar eftir kl. 16

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, tilmælum v.m. verður send á umsoknkvinnuhusid@gmail.com
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. juli 2022 kl. 12. Setanarsamrøður vera 25. og 27. juli 2022

 

Um bygnaðin í Kvinnuhúsinum:
Leiðarin hevur saman við nevndini í Kvinnuhúsfelagnum ábyrgd av at umsita og reka Kvinnuhúsið sambært ásettum viðtøkum og reglugerðum.

Nevndin í Kvinnuhúsinum er undir ábyrgd mótvegis Kvinnuhúsgrunninum innan teir fíggjarkarmar, sum Kvinnuhúsgrunnurin ásetur.

Kvinnuhúsgrunnurin er ein sjálvsognarstovnur ið skal eiga/reka fasta ogn, sum í høvuðsheitum skal nýtast til ráðgeving og kreppumiðstøð. Kvinnuhúsgrunnurin hevur yvirskipaða ábyrgd av Kvinnuhúsinum

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið