P/F SMS
Útgivið
7. april 2026
Útgongur
20. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum ágrytnum handilsleiðara til Rumbul í Miðlon. Talan er um eitt spennandi starv, har høvuðsábyrgdin er at geva kundum okkara eina serstaka handilsuppliving. Tað er samstundis ábyrgdin hjá handilsleiðaranum at skapa menning og inntøku í handlinum, og at hava ábyrgd av starvsfólkahópinum.

Sum handilsleiðari situr tú sjálvdan stillur, og er tað umráðandi, at tú trívist í einum umhvørvi har tað altíð er ferð á. Í handlinum eru nógvar vørur, bæði fast vøruúrval og skiftandi vørur, og er tað tí eisini umráðandi, at komandi handilsleiðarin dugur at arbeiða skipa og at hava gott yvirlit.

Tú fært ábyrgdina av starvsfólkunum í handlinum, bæði at gera vaktarplan, at læra tey upp og at motivera tey. Tað verður tú sum gongur á odda fyri, at tit í felag skulu røkka ásettum málum.

Vit vænta av okkara leiðarum at

  • Teir eru ábyrgdarfullir.
  • Teir eru fyrireikaðir uppá, at arbeiðstíðin ikki altíð er frá 8-16 tá man er leiðari.
  • Teir eru tænastusinnaðir – kundatænastan er altíð í miðdeplinum.
  • Handlarnir, har teir eru leiðarir, altíð síggja væl hildnir og innbjóðandi út.

Vit kunnu afturfyri bjóða eitt spennandi starv, har setti viðkomandi fær nógva ábyrgd og stórt sjálvræði beinanvegin.

Royndir innan økið og/ella handilsútbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt fyri at søkja.

Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til Beintu Ottosen á telefon 265471.
Freistin at søkja, er 20. apríl 2026. Tú søkir starvi her

Líknandi størv

Summarstørv fyri verkfrøðilesandi   Faroe Islands nýtt
7. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið