Sandoyar Barnaverndartænasta
Útgivið
22. januar 2025
Útgongur
4. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt farloyvisstarv sum leiðari fyri Sandoyar Barnaverndartænastu er leyst at søkja. Talan er um farloyvisstarv í eitt ár frá 15. februar 2025 ella skjótast til ber, og til 15. februar 2026. Starvsbrøkurin er 1,0 og starvsstaðurin er í hølum á Skúlavegi 3 í Húsavík.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum kommunurnar í Sandoyar sýslu. Tað starvast ein málsviðgerði hálva tíð og ein skrivari niðursetta tíð saman við leiðaranum. Leiðarin vísir til formannin í Samstarvsnevndini fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Endamálið við barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Starvið:
Í starvinum sum leiðari fyri Sandoyar Barnaverndartænatu kemur tú at hava evstu ábyrgd av øllum barnaverndarmálum, dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, sum starvast í tænastuni. Leiðarin hevur eisini evstu fíggjarligu ábyrgd av øllum viðurskiftum hjá tænastuni, og av at játtanin verður hildin.

Leiðarin hevur ábyrgd av og myndar saman við starvsfólkunum virðisgrundarlagið, sosialfakliga og fyrisitingarliga profilin hjá tænastuni. Uppgávurnar eru m.a.

  • At fyrisita Sandoyar Barnaverndartænastu fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga væl, soleiðis at tænastan støðugt er dagførd og virkar í samsvari við galdandi lógir og reglur og heldur játtanina.
  • At raðfesta tíðina væl ímillum at leiða, menna og málsviðgerða.
  • At málviðgerða, herundir kanna og fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmælir. Hava tætt samskifti við børn og foreldur teirra, herundir gera barnasamrøður.
  • Tvørfakligt samstarv og samskifti við allar samstarvspartar.
  • Vera við í vaktarskipanini hjá Sandoyar Barnaverndartænastu.
  • Hava ábyrgd av SSP-samstarvinum.
  • Leiðarin er eisini skrivari hjá Samstarvsnevnini fyri Sandoyar Barnaverndartænastu.

Førleikakrøv:

  • Hevur miðallanga viðkomandi útbúgving innan heilsu – almanna - ella skúlaøki t.d. sosialráðgevi, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur reina revsiváttan.
  • Hevur góð samskiftis og samstarvsevnir bæði í skrift og í talu
  • Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá familjuni, og hjálp teimum út frá hesum
  • Hevur góð evni at samstarva og síggja loysnir
  • Tolir at arbeiða undir trýsti og er fleksibul
  • Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Supervisión og góðar arbeiðsumstøður
  • Eitt gott samstarvstoymi

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv og reinari revsiváttan skal sendast til Sandoyar Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo ella til bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík í seinasta lagi mánadagin 4. februar 2025 klokkan 12.00.

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Starvsfelagið.

Barnaváttan Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd. Tann ið sett/settur verður, skal hava reina barnaváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu J á Reynatúgvu, leiðara á telefon 288024 ella við telduposti kristina@bvtsandoy.fo ella til Annu Poulinu Leo Olsen, virkandi stýrisforkvinnu á telefon 218717 ella við telduposti annaplo@setur.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið