Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir leiðara til Sjúkraflutningstænastuna til setan 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu.
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og eitt av størstu einstøku arbeiðsplássunum í landinum. Vit taka ímóti sjúklingum úr øllum landinum og hava uml. 180 sengur innan psykiatri, medisin, pediatri, intensiv og skurð.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um allar klinisku deplarnar og fevnir um: Sjúkraflutningstænastuna, Anestesideild, Intensivu deild, Viðrakning, Bráðmóttøku/Skaðastovu, sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknavaktini og Endurvenjingardeild.
Sjúkraflutningstænastan
Prehospitala starvsøkið fevnir í stóran mun um oyggjarnar Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Portørtænastan, leiðbeiningin og felags vaktsentralurin fyri alt landið hoyra eisini undir tænastuna.
Í løtuni starvast umleið 40 starvsfólk, herímillum góðkendir ambulancuviðgerðarar, ambulancuassistentar, vaktleiðarar, inniportørar og kunningarstarvsfólk. Starvsfólkabólkarnir arbeiða nógv sjálvstøðugt og á ymiskum støðum, so felagstrivnaður og samhoyring eru høgt raðfest.
Frá 2026 verður søkt eftir næmingum til útbúgving sum ambulancuviðgerðarar, skipað bæði í Føroyum og í Danmark. Leiðarin fær ein týðandi leiklut í at menna eitt lærings- og menningarumhvørvi fyri næmingar og starvsfólk.
At leiða Sjúkraflutningstænastuna merkir at hava ábyrgd fyri teimum, sum ofta eru fyrst á staðnum, tá lív skal bjargast. Hetta er ein kjarnutænasta, og arbeiðið hjá starvsfólkunum hevur beinleiðis týdning fyri trygdina og lívsgóðskuna hjá føroyingum.
Ábyrgdarøki hjá leiðaranum
- At leiða starvsfólkahópin við stuðul frá varaleiðaranum
- At leiða starvsøkini Streymoy, Eysturoy og Vágoy
- Tann dagligi raksturin, fyrisiting og fíggjarstýring
- At tryggja fakliga menning í tøttum samstarvi við liðlæknan og varaleiðaran
- Prehospitala tilbúgvingin
- Portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum
- Luttøka í innsatstilbúgvingini
- Samstarv við støðinar í Klaksvík og Suðuroy
- At tryggja at tænastan dagliga koyrir optimalt
Arbeiðsuppgávur hjá Sjúkraflutningstænastuni
- Útkall í samband við vanligan og bráðfeingis flutning, herímillum lívbjargandi arbeiði
- Luttøka í hjartastopptoyminum á Landssjúkrahúsinum
- Portørarbeiði á Landssjúkrahúsinum
- Flutningur millum heim og sjúkrahús av fólki við rørslutarni og/ella varandi sjúku
- Sjúkraflutning til og frá flogvøllinum, bæði planlagdan og bráðfeingis
- Døgnmanning av felags vaktsentralinum fyri alt landið
- Døgnmanning av sjúkrabilum á ymiskum støðum
- Aðrar uppgávur, t.d. í sambandi við mors og sektiónsarbeiði
Førleikakrøv
- Útbúgving sum ambulancuviðgerðari og royndir innan ambulancu- og/ella prehospitalt arbeiði
- Leiðaraútbúgving og/ella royndir innan leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur
- Áhugi fyri fakligari starvsfólkamenning
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt, nýhugsandi og við yvirblikki
- Góð samstarvsevni og fleksibilitet
- Evni at orða seg bæði munnliga og skrivliga
- Góðir telduførleikar
- Viðeiriligur og rúmligur
Vit bjóða
- Skipaða og góða innleiðslu
- Eitt mennandi og avbjóðandi starv við samfelagsligum týdningi
- Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
- Dugnalig og roynd starvsfólk
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin Jensen elije@ls.fo, liðlækna og depilsleiðara fyri bráðdepilin ella Jonleyg Fossabrúgv jonfo@ls.fo, depilsleiðara fyri Bráðdepilin.
- Lønar - og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
- Umsóknarfreistin er 10.09.202
- Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.