Lýsing
Søkt verður eftir leiðara til Umlættingarheimið Dáan at byrja 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt farloyvisstarv, sum endar tann 28. februar 2026.
Sjálvsognarstovnurin Dáin veitir umlætting og frítíðartilboð við tí fyri eyga at:
- lætta um hjá avvarðandi
- skapa trivnað og tryggleika
- stuðla undir at tann einstaki varðveitir og mennir sínar persónligu og sosialu førleikar
- viðurkenna hvønn einstakan og møta tí einstaka, har hann er
- geva upplivingar og innihald
- við støði í tí einstaka at stuðla undir luttøku í samfelagnum og tiltøkum í nærumhvørvinum
Tú kanst lesa meira um Dáan her: https://dain.fo/um-daan
Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum.
Um starvið
Sum leiðari kemur tú at arbeiða í samstarvi við stýrið og Almannaverkið. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at stovnurin kann arbeiða fram móti felagskós og námsfrøðiligari dygd.
Leiðarin tekur sær av dagliga virkseminum á stovninum.
Leiðarin setir og loysir úr starvi starvsfólkini á stovninum.
Leiðarin hevur:
- námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
- ábyrgd av starvsfólkmenningini
- yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis samstarvinum
Leiðarin hevur mótvegis stýrinum ábyrgd av tænastuni, roknskaparligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum.
Leiðarin skal ansa eftir:
- at játtanin verður hildin
- at virksemi stovnsins fer fram eftir galdandi reglum
- at umstøðurnar til at fremja virksemi stovnsins eru fullgóðar
- at virksemi stovnsins annars er í samsvari við almennar ásetingar, viðtøkur stovnsins og ávísingar frá stýrinum.
Førleikakrøv
- Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
- Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
- Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
- Tú megnar samstarv og sjálvstøðugt at taka avgerðir
- Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
- Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
- Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
- Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við stýri, starvsfólk, borgarar, foreldur og aðrar samstarvspartar
- Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett frá 1. mars 2025 ella eftir avtalu. Talan er um eitt farloyvisstarv, sum endar tann 28. feb. 2026. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Sjálvsognarstovnurin Dáin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til dain@av.fo ella til Dáan Mýrivegur 11, 700 Klaksvík.
Umsóknir til starvið skulu vera Dáanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. januar 2025. Kl. 12.00
Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Joan Midjord Hansen, leiðara, á telefon 297750 ella joanm@av.fo