
Lýsing
Ungdómshúsið PH4 er í støðugari menning, og verður tú sum leiðari at mynda gongdina í ungdómshúsinum.
PH4 rúmar øll ung á Tvøroyri, við samstarvi við tey ungu um at menna teirra hugskot, geva íblástur til verkætlanir, ið kunna blíva verðuligar.
- Kommunan ynskir støðugt at menna og víðka um innihaldið og virksemið í ungdómshúsinum, og verður tú sum leiðari við til at skipa fyri hesum. Sum leiðari hevur tú dagliga samskiftið við tey ungu, og myndar húsið úteftir. ~Meira kann lesast um ungdómshúsið PH4 her
- viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt
- er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
- hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
- hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
- royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur
Uppgávu v.m.:
- skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
- skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
- hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
- at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
- at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
- kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin
- ábyrgd av dagliga rakstirnum og fíggjarstýring
Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:
- eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
- ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
- umframt leiðaran, er hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum
Setanar- og lønarviðurskifti:
- talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt
- talan er um starvstíð 1.0 svarandi til 39 tímar um vikuna -leiðarin skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir
- starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6
- tilvísing til kommunustjóran
Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023 kl. 12.00. ~barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085.