Útgivið
1. april 2026
Útgongur
23. april 2026
Staður
Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv
T-post
Sinnisbati@sinnisbati.fo

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri nýggju Ungdómsráðgevingini og gera ein veruligan mun í lívinum hjá ungum í Føroyum? 

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv er leyst at søkja hjá Sinnisbata.

Um Ungdómsráðgevingina
Sinnisbati setur á stovn eina ungdómsráðgeving við íblástri frá Headspace í Íslandi og Danmark.

Ungdómsráðgevingini arbeiðir fyri, at øll ung skulu hava eitt trygt stað at venda sær til, tá teimum tørvar hjálp ella onkran at tosa við. Talan er um eitt lággáttartilboð, sum er ókeypis og dulnevnt. Endamálið er at skapa eitt fyribyrgjandi og lætt atkomuligt tilboð, har ung kunnu fáa skjóta ráðgeving.

Starvið
Starvið er til tín, sum brennir fyri trivnaði hjá ungum og hevur evni og hug at ganga á odda. Starvið er fjølbroytt, og tú kemur at spæla ein týðandi leiklut í at menna og byggja upp eitt nýtt tilboð til ung.

Sum leiðari hevur tú ábyrgd av dagligu leiðsluni og virkseminum í Ungdómsráðgevingini. Tú hevur ábyrgd av at skapa góðar karmar fyri ráðgevingina og tryggja, at ung, sum venda sær til hana, verða møtt við opinleika, virðing og fakligari dygd.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at:
- Hava ábyrgd av dagligu leiðsluni, við tilvísing til aðalskrivaran
- Skapa góðar karmar fyri ráðgevingina
- Tryggja fakliga grundarlagið
- Framleiða kunningartilfar til ung
- Samstarva við viðkomandi myndugleikar og felagsskapir
- Økja um fíggjarliga grundarlagið hjá Ungdómsráðgevingini

Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving innan sosial-/heilsufakliga økið, s.s sálarfrøði ella líknandi. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir
- Hevur góðar fyrisitingarligar førleikar og fíggjarliga fatan.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
- Dugir væl at málbera teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
- Hevur royndir við ráðgeving
- Hevur góðar førleikar við at brúka talgildar pallar
- Hevur góð samstarvsevni og dugur at byggja góðar relatiónir
- Ert nýhugsandi og skapandi og dugir at finna loysnir og bróta upp úr nýggjum
- Hevur góðan kunnleika til barna- og ungdómsøkið í Føroyum herundir psykiatriska økið
- Hevur gott innlit í føroyska samfelagið

Vit bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og meiningsfult starv við einum týdningarmiklum endamáli
At standa á odda fyri at menna eitt nýtt tilboð til ung í Føroyum
Møguleika fyri fakligari menning og luttøku í skeiðum og ráðstevnum

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður fyribils sett 30 tímar um vikuna og miðað verður eftir, at tað verður eitt fulltíðarstarv. Starvið verður sett fyri eitt ár við møguleika at leingja. Starvið verður sett skjótast tilber ella eftir avtalu.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Roknast kann við at arbeiðið til tíðir fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir §4 stk. 3 skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreist
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til sinnisbati@sinnisbati.fo seinast 23. apríl 2026 kl. 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnhild Persson, aðalskrivara, á gunnhild@sinnisbati.fo ella á tlf. 597913.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær og vóna, at tú vilt vera við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri ung í Føroyum.

 

Sinnisbati er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Fyribyrging er lykilin, tá talan er um at forða fyri at fólk gerast álvarsliga sjúk og illa fyri. Sinnisbati stuðlar undir fyribyrgjandi verklætlanum og átøkum, gransking og øðrum, ið kann virka sálarheilsufremjandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið