Lýsing
Vestmanna kommuna søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Vestmanna kvøldskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber eftir hetta.
Um starvið
Arbeiðið sum leiðari í Vestmanna kvøldskúla inniber at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna- og serstaka frítíðarundirvísing.
Lærugreinarnar fevna um bæði handalig og ástøðilig evni innan mentanarøkið og onnur øki, eitt nú frálæru í list, tónleiki, ítrótti, matgerð og prutlundirvísing.
Skipast kann eisini fyri lærugreinum innan yrki, sum miðja ímóti einum ávísum arbeiðsøki umframt at skipa fyri fyrireikandi undirvísing, ið kann enda við góðkendari próvtøku.
Í hesum sambandi hevur leiðarin dagligu umsitingina av kvøldskúlanum og at seta fólk til at undirvísa, og í samstarvi við kommunalu umsitingina, á hvørjum ári at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum inn ætlan fyri virksemið og umsókn um fíggjarligan stuðul viðvíkjandi tí frítíðarundirvísing, sum ætlanin er at fremja.
Undirvísingin verður boðin út vetrarhálvuna, men undirvíst kann eisini í ávísum evnum um várið og um summarið. Frítíðarundirvísingin er sum útgangsstøði staðsett í Vestmanna skúla, men kann eisini vera í øðrum hølum í Vestmanna.
Førleikakrøv
- Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi útbúgving.
- Hevur royndir við undirvísing og námsfrøði.
- Kann arbeiða í toymi og eisini sjálvstøðugt.
- Hevur hug og áræði at víðarimenna ein nútímans kvøldskúla.
- Hevur áhuga og innlit í samfelags- og lokal viðurskifti í breiðum høpi.
- Hevur áhuga og kunnleika til fyrisitingarlig viðurskifti við atliti at starvinum.
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni.
- Er væl skipað/ur og fyrikomandi.
Í starvinum kemur tú at hava samband við ymiskar áhugapartar, eitt nú næmingar, undirvísarar, skúlaleiðslu og umsitingina hjá kommununi, umframt starvsfólk í fyrisitingini hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, ið er ábyrgdarpartur av frítíðarundirvísingini.
Setanar- og lønarviðurskifti
Vísandi til rundskriv um frítíðarundirvísingarleiðara, hjálparfólk og lønir teirra. § 5. Studningsheimilaða lønin til leiðara er 10% av samlaða lisna tímatali kvøldskúlans faldað við tímalønini, ið er galdandi fyri almenna frítíðarundirvísing.
Umframt omanfyri, samsýnir Vestmanna kommuna kr. 30.000 árliga til fyrireikingararbeiði og 20 læraratímar fyri samskipan av kvøldskúlaframsýning.
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Saritu Eriksen, kvøldskúlaleiðara, á telefon 214476, ella Rúnu Koba, kommunuskrivara á telefon 770102.
Freistin at søkja starvið er hósdagin 15. mai. 2025.
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@vestmanna.fo. Viðmerk “Kvøldskúli”.