VISTIR
Útgivið
13. september 2025
Útgongur
29. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vistir á Kambsdali søkir eftir einum eldhugaðum og álítandi dagligum leiðara til fulltíðarstarv.

Vistir veitir proviant, útgerð, sápu, tollfríar vørur og annað til skip. Fyritøkan leggur stóran dent á at veita kundum skjótari og dygdargóða tænastu – alt samdøgrið. Í løtuni starvast fýra fólk hjá Vistir, sum heldur til á Kambsdali.

Arbeiðsuppgávur

  • Daglig leiðsla og skipan av arbeiðinum á staðnum
  • At pakka proviant og útgerð til skip
  • At koyra og levera vørur umborð
  • At taka móti ordrum og samskifta við kundar
  • At tryggja góða tænastu og røkja egið ábyrgdarøki

Vit vænta, at tú ert:

  • Fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Jalig/ur og góð/ur at samskifta
  • Skipað/ur og røkin í arbeiðnum
  • Arbeiðssom/samur og álítandi

Setanartreytir

  • Løn og treytir sambært avtalu – kappingarfør løn
  • Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, tó kunnu arbeiðsuppgávurnar til tíðir krevja yvirtíð ella skiftandi arbeiðstíðir

Umsókn
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bassa Haraldsen á tel. 214005.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til starv@vistir.fo í seinasta lagi sunnudagin 21. september 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið