Løgmálaráðið
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
19. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum leiðsluskrivari er leyst at søkja í
Løgmálaráðnum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður at seta 1.
august ella eftir nærri avtalu.

Um starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru:

  • At virka sum skrivari hjá landsstýrismanninum og aðalstjóra.
  • At samskipa innanhýsis og uttanhýsis fundarvirksemið hjá landsstýrismanninum og aðalstjóranum.
  • At seta mál á skrá til regluligan fund millum landsstýrismannin og aðalstjóran, og eftir tørvi virka sum skrivari á hesum fundum.
  • At seta mál á skrá til vikufundin millum aðalstjóran og starvsfólkini í stjórnarráðnum, og eftir tørvi virka sum skrivari á hesum fundum.

Aðrar uppgávur:

  • Fyrireika umboðandi uppgávur hjá landsstýrismanninum og aðalstjóranum.
  • Samskipa ferðir hjá landsstýrismanninum og aðalstjóranum, undir hesum at avgreiða ferðauppgerðir.
  • Samskipa almenn og onnur tiltøk, hátíðarhald og vitjanir, sum í landsstýrismaðurin luttekur í.
  • Taka lut í øðrum fyrifallandi uppgávum í stjórnarráðnum.

Talan er eisini um aðrar vanligar skrivarauppgávur, eitt nú telefonavgreiðslu, at røkja kalendaran og avgreiða fyrisitingarlig mál umframt rættlestur.

Vit bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv í einum politiskum og
fakligum umhvørvi, ið hevur við sær góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Útbúgvingar- og førleikakrøv
Umsøkjari skal hava skrivstovuútbúgving ella sambæriliga viðkomandi
útbúgving ella royndir.

Tað verður væntað, at tú sýnir ábygd og skilvísi, at tú ert ágrýtin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki.

Neyðugt er at tú dugir væl at málbera teg munnliga og skrivliga á føroyskum og norðurlendskum og annars megnar samskifti á enskum.

Aftur at hesum verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, ert
fyrikomandi, og dugir at samskifta og samstarva við onnur.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan skrivstovuyrkið.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. august og er lønt sambært sáttmála við Starvsfelagið.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Løgmálaráðið, Gongin
7, Postrúm 64, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupost til lmr@lmr.fo

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. apríl 2023, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nellu Festirstein,
aðalstjóra, á tlf. 55 80 76 ella umvegis teldupost á nellaf@lmr.fo

Løgmálaráðið er nýtt stjórnarráð við nógvum spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Løgmálaráðið hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málsræðið, og ríkislóggávu. Løgmálaráðið ráðgevur øðrum stjórnarráðum í lógartøkniligum spurningum og eftirkannar øll lógaruppskot og kunngerðir, sum stjórnarráðini gera.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið