Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

VEKS
Útgivið
13. januar 2021
Staður
Faroe Islands
Page Views
267

Lýsing

Hesi størv eru leys at søkja til:

  • Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
  • Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
  • Røktarheimið á Mørkini, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

 

Føst størv:

  • Heilsuhjálpara til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 - at byrja skjótast til ber.
  • Heilsurøktari til Korndalsbýlið, brøk 0,8 - at byrja 01.03.2021.

 

Farloyvisstørv:

  • Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.02.2021 til 31.01.2022.
  • Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.
  • Heilsuhjálpari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.04.2021 til 31.03.2022.

 

Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Viðkomandi útbúgving og góðkenning.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • Fjølbroytt størv.
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 28. januar 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.
  • Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
  • Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv