Vestmanna Kommuna
Útgivið
17. juni 2025
Útgongur
16. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir tær, sum brennur fyri einum virknum degi við sjóneyku á rørslu og rørslugleði til øll børn í Vestmanna.

Vit á dagstovnaøkinum í Vestmanna sóknast eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 59 børnum frá 1. til 3. flokk. Vit ynskja okkum ein starvsfelaga, sum hevur hjartað fyri børnum, og sum brennir fyri at skapa rørslugleði og trivna gjøgnum dagligar ítróttaligar- og skapandi aktivitetir.

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi og mennandi starv í einum umhvørvi, har rørsla og spæligleði eru í hásæti.
  • Møguleika at seta tín dám á menningina av einum virknum dagligdegi.
  • Eitt toymi av dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum.
  • Tætt samstarv við foreldur og leiðslu.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri og royndir við rørslu, ítrótti ella líknandi.
  • Dugir at skapa tryggar og spennandi karmar fyri børnini.
  • Ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • Hevur útbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving (ikki krav, men ein fyrimunur).

Starvið er:
Søkt verður eftir fýra starvsfólkum til Kongskjallaran í Vestmanna at byrja 12. august 2025 ella skjótast gjørligt.

  • Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum í fast starv 20 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í staðin í tíðaravmarkað starv.
  • Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í eitt tíðaravmarkað farloyvi starv á 20 tímar um vikuna fram til 31 mars 2026.
  • Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli í eitt tíðaravmarkað starv á 20 tímar um vikuna, frá 12. august 2025 til 18. juni 2026.

Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum kl. 11:00-17:00 í Kongskjallaranum. Vit hava stongt tá ið skúlin hevur feriu.

Um okkum
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 35 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir geva sítt íkast til eitt virkið og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm, atgongd til fimleikahøll, svimjihøll, grønt øki og bálsmáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Hevur tú spurningar ella ynskir at vita meira? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Morten Hust Petersen á 770130 ella teldupost morten@vestmanna.fo

Umsóknarfreist: 16. juli 2025

Send umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til starv@vestmanna.fo, viðmerk Kongskjallarin.

Kom við og ger mun – hvør dagur telur, tá vit skapa rørslugleði saman!

Líknandi størv

17. juni 2025
Innflutnings- & logistikk ábyrgdari   Faroe Islands nýtt
16. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið