Lýsing
Hjá Optika hava vit bert fínt viðskiftafólk, og tí
søkja vit eftir just TÆR, so tú eisini kanst geva
teimum ta allar bestu tænastuna. Vit vænta, at
tú:
-
Ert blíð/ur, fyrikomandi, og ábyrgdarfull/ur
-
Tosar og skrivar føroyskt og danskt
-
Dugir enskt á brúkarastøði
-
Hevur KT-førleikar á brúkarastøði
-
Dugir at fáast við sosialum miðlum
-
Ert fleksibul og dámar væl avbjóðingar
-
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
-
Luttekur í at betra handilin við góðum
hugskotum til fyrimuns fyri viðskiftafólk okkara
Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna.
Tú hevur frí ein dag um vikuna og arbeiður bert 3. hvønn leygardag.
Handilin hevur opið:
mán - frí: 10 - 17:30
ley: 10 - 14
Ert tú áhugað/ur?
Send umsókn til heidi@optika.fo