Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
11. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn

Vit sóknast eftir løgfrøðingi til tíðaravmarkað starv í eitt ár fyri løgfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Setanin er frá 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá átta kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini, Tvingsilsnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv,
    cand. jur.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt
    og loysir uppgávurnar við góðum
    huga og nærlægni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og
    ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á
    stendur.
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í
    talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og
    avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari
    menning, har løgfrøðiliga
    ábyrgdarøkið er stórt og
    starvsfelagirnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við
    til at taka stórar, týdningarmiklar og
    stundum truplar løgfrøðiligar
    avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein
    lyklaleiklut í mun til at tryggja
    rættartrygdina hjá einstaka
    borgarunum.
  • Løn sambært sáttmálanum millum
    Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
    løgfrøðingafelag Føroya.

Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. november 2021. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

 

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Studna, Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Harumframt er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini, Tvingsilsnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 12 fólk, stjórin, átta løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið