Runavíkar Kommuna
Útgivið
2. september 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í tropiskum umhvørvi við svimjihyli og vælveruøki?

Vil tú vera partur av einum nýggjum toymi sum veitir trygd og tænastu?

Leyp útí við okkum tí vit leita eftir lívbjargarum til nýggju svimjihøllina í Runavík.

Vit hava fýra fulltíðarstørv og okkum tørvar tvær kvinnur og tveir menn.

Haraftrat hava vit fleiri parttíðarstørv 4-10 tímar um vikuna.


Um starvið
Svimjihøllin í Runavík er nýggj og tú verður eitt av okkara andlitum til gestirnar.

Uppgávurnar vera fjølbroyttar. Sum lívbjargari skalt tú fáa gestirnar at føla seg tryggar og tú skalt hava gott yvirlit – og tú mást vera til reiðar at leypa útí.

Reingerð er ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum og umklæðingarrúmini skulu regluliga reingerðast meðan opið er. Tí tørvar okkum bæði kvinnur og menn.

Haraftrat gera lívbjargararnir eisini vatnkanningar og standa fyri ymiskum virksemi í svimjihøllini í og kring hylin, so sum saunagos og annað.

Føstu størvini eru 39 tímar um vikuna, í høvuðsheitum dag- og kvøldvaktir og væntandi eitt vikuskifti um mánaðin.

Parttíðarstørvini eru 4-10 tímar um vikuna. Fyri tað mesta kvøld og vikuskifti eftir nærri avtalu.

Vit bjóða:

  • Upplæring og venjing til lívbjargararoynd.
  • Møguleika at røra teg, venja og viðlíkahalda lívbjargaraførleikarnar i arbeiðstíð – eitt frálíkt høvi at sameina arbeiði og heilsu
  • Skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Ágrýtnar starvsfelagar

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • Hava yvirlit og veita trygd við hyljarnar (vera til staðar við hyljarnar)
  • Reingerð
  • Vera í móttøkuni
  • Gera vatnkanningar
  • Standa fyri saunagosi og øðrum virksemi í hyljunum

Um teg:

  • Tú ert 18 ár ella eldri
  • Tú dugir væl at svimja og megnar at standa lívbjargararoyndina í seinasta lagi ein mánað eftir starvsbyrjan.
  • Tú samskiftir virðiliga við vitjandi og starvsfelagar
  • Tú ert vinaligur, fyrikomandi og álítandi
  • Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

Ivast tú í lívbjargingarroyndini? Vit hjálpa tær og skipa fyri felags venjing, har tú fært vant í tryggum umhvørvi.

Setanarviðurskifti:

  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið
  • Starvsbyrjan: 15. oktober ella skjótast gjørligt

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu at fáa til vega barnaváttan áðrenn starvsbyrjan.

Vilt tú vita meira um lívbjargingarroyndina ella annað í starvinum? Sonya Pratt svarar gjarna spurningum á 237046 ella á sonya@runavik.fo.

Soleiðis søkir tú:

  • Send umsókn, lívsrensl og viðmæli umvegis Alfred.fo.
  • Umsóknarfreist: 15. septembur
  • Setanarsamrøður vera í viku 39 og fram til øll størvini eru sett.

Starvssetanin er treytað av reinari barnaváttan og at lívbjargararoyndin verður staðin innan ein mánað eftir starvsbyrjan.

Javnstøðunevndin hevur givið loyvi til at søkt verður eftir persónum við ávísum kyni, tí mett verður, at starvið sum lívbjargari í svimjihøllini er treytaleyst kynsbundið sambært §3, stk. 2 í javnstøðulógini.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið