Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir kvinnu at arbeiða sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan um farloyvisstarv.
Umframt at starvast sum lívbjargari fevnir starvið um reingerð, m.a. í skiftingarrúminum hjá kvinnum, og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu vera góðir svimjarar, hava góða heilsu og hava stóru lívbjargararoyndina. Hava umsøkjarar ikki lokið lívbjargararoyndina, verður skipað fyri henni í svimjihøllini.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144709