Lýsing
Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi (barsilsavloysara) til plantudeildina at seta í starv 1. mars ella skjótast tilber. Setanin er 6 mánaðir við møguleika fyri leingjan. Endamálið hjá plantudeildini er at savna og varðveita plantur og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og í framsýningum Tjóðsavnsins.
Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar eru:
- Innsavning av náttúrudátum
- Skipa talgildar dátur
- Røkja plantusavnið
- Miðla plantulívið í Føroyum
- Gransking
- Luttaka í tvørfakligum verkætlanum
- Luttaka í altjóða verkætlanum
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:
- Hægri útbúgving í lívfrøði
- Serligan áhuga fyri føroysku náttúruni
- Serligan áhuga fyri føroyskum plantum og vistfrøði
- Góð miðlanarevni í skrift og talu
- Góð samstarvsevni og ert ágrýtin
- Koyrikort
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Kolbrún í Haraldsstovu, leiðara á plantudeildini, tlf. 340500 ella kolbrun@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum, skulu latast inn gjøgnum skipnina Alfred, sí leinkið: Lívfrøðingur til plantudeildina á Tjóðsavninum | Tjóðsavnið
Umsóknarfreistin er sunnudagin 18. januar.
Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við onnur søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum. Les meira á https://www.tjodsavnid.fo/